Um síðuna
Síðan eg á fyrsta sinni legði eina síðu á Internetið, í 1996, havi eg forandra hana 4 ferðir í útsjónd. Innihaldi á síðuni havi eg roynt at broyta alla tíðina og meini eg at eg havi eitt gott útval á síðuni í dag.
Í dag kunnu tit m.a. senda SMS bæði til Danmark og Føroyar, her skal sigast at tað ikki finnast nógvir SMS sendarar, sum kunnu gera tað. Tit kunnu eisini senda eitt postkort til vinir og kenningar við einari av mongu myndunum, ið eru á síðuni. Tað við myndunum havi eg veri eitt sindur sløvur við at leggja nýggjar ú, men eg vóni at eg fari at leggja nýggjar oftari út nú.
At byrja við var øll mín síða gjørd í HTML, men so lærdi eg meg eitt sindur av JavaScript, tá kom tað eisini við. Í seinastuni havi eg lært meg PHP og MySQL og henda síðan inniheldur nú bæði, HTML, JavaScript, PHP og MySQL.
Tað vil siga at eg til at gera hesa síðuna brúki fylgjandi amboð at gera síðuna við:
Ein tekst editor (Her brúki eg ymiskir)
Eitt mynda progamm (Fyri tað mesta Paint Shop Pro)
Eitt lítið sindur MS FrontPage
Animering av gif fílum havi eg fyri tað mesta brúkt Animation Shop
Til at royna síðuna á telduni brúki eg Apache Web server, PHP og MySQL
Tað er í tí stóra heila tey amboð eg brúki á telduni, men eg brúki eisini ymiskar bøkur at sláa ymiskt upp í, her kann nevnast PHP 4 Bible, WWW,
JavaScript og ikki at gloyma Internetið.
Síðan er gjørd til at koyra í MS Internet
Explorer 5.5 < og við einum skerm upploysningi uppá 1024 x 768 (min 16 bit farver)
Tó skal sigast at síðan eisini koyrur fínt í øðrum útgávum av IE og øðrum browsarum.
|